Helgi: Halt kjaft hetta er stuttligt (FM1)

(FM1) Sjúrður H. Hoydal klemmaði lítlabeiggjan, Helga H. Hoydal og gjørdu so eina samrøðu

Millum teir sum Sjúrður H. Hoydal, frásøgumaður hjá FM1 fekk orðið á niðri í Podgorica aftaná føroyska hondbóltsbragdið ímóti Montenegro var lítlibeiggin, Helgi H. Hoydal, ið fekk eitt klemm frá stórabeiggja í beinleiðis sending á FM1.

 

- Halt kjaft hetta er stuttligt, brestir úr Helga H. Hoydal aftaná 24-24 javnleikin ímóti Montenegro.

 

Helgi H. Hoydal heldur, at nú eru hini liðini ávaraði um føroysku dygdirnar, og tað kann gera arbeiðssetningin torførari komandi dystirnar. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna stóribeiggi hevði við lítlabeiggja. Millum teir tríggjar føroysku áskoðararnar var mamma teirra, Hildur Hermansen.