Helgi hálvt stig frá toppinum

Føroyski stórmeistarin vann í dag, og í gjár telvaði hann javnt

Tað er trongligt í toppinum í Reykjavík Open 2017 í talvi. Eftir fimm umfør hevur eingin telvari fula úrtøku. Níggju telvarar hava vunnið 4 ½ stig, og 24 telvarar hava vunnið 4 stig. Millum hesar 24 er føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska.

 

Fríggjakvøldið endaði tað remis ímóti Nihal Sarin (2424) úr India. Helgi telvaði við svørtum, og tað var ongantíð soleiðis, at hann hevði yvirlutan í talvinum. Ivaleyst mundi Helgi iðra seg um hetta úrslitið, tí styrkistalið hjá Helga (2553) er væl hægri enn hjá indiska mótstøðumanninum.

 

Í dag sat Helgi Dam Ziska við hvíta fólkinum yvirav amerikanska IM Konstantin Kavutskiy (2347). Helgi telvaði treytaleyst álopsspæl, og amerikumaðurin legði kongin, tá ið Helgi hótti hann við máti.

Í morgin skal Helgi við hvíta fólkinum telva ímóti Jakob Pfreundt (2392) úr Týsklandi.

 

Eftir fimm umfør er úrtøkan hjá hinum føroysku telvarunum henda:

Heiðrikur T. Jacobsen (1951) 2 ½ stig

Janus Skaale (1765) og Allan Nielsen (1606) 2 stig

Margar M. Berg (1813), Elmar Reinert Fjallheim (1691) og Súni í Horni Nielsen (1167) 1 ½ stig

Jón í Horni Nielsen (1454) 2 stig

Leif Reinert Fjallheim (1667), Luitjen Akselsson Apol (1561), Benjamin Reinert Fjallheim (1322) og Flóvin Matras Tummasarson (1224) 1 stig