Helgi gevst í B36

Helgi L. Petersen hevur fyribils valt at gevast við Formula-fótbólti.

Orsøkin er, at arbeiðið í løtuni ikki gevur umstøður at nýta tíðina, sum krevst til fótbóltin
Helgi varð fyri stuttum settur í leiðarastarv á Tryggingarfelagnum Føroyar, og sambært nýggja fótbóltsportalinum f.fo sigur hann, at hann í løtuni ikki hevur stundir at spæla Formula-fótbólt.
Tó sigur hann, at hann heldur hurðini á gloppi. Enn er spæliloyvði hjá Helga L. Petersen í B36.