Helgi ger comeback

Rituvíkingurin hevur skrivað sáttmála við NSÍ, sum knýtir hann at felagnum næsta kappingarár.

 

- Við sínum drúgvu royndum fer hann ivaleyst at hava stóran týdning fyri hópin, bæði á vøllinum og uttanfyri, skrivar heimasíðan hjá NSÍ.

 

Helgi L. Petersen er 32 ár. Hann er framrættaður miðvallari, og sambært faroesoccer.com hevur hann spælt 162 dystir og skotið 52 mál í bestu deildini. Umframt NSÍ, hevur hann áður umboðað GÍ, B36 og ÍF.