Í dag 26. februar, verður Helgi Thomsen í Norðragøtu 80 ár.
Helgi er ættaður av Geilabø í Norðragøtu.
Pápin var Tummas Jákup Thomsen. Hann var sonur Elspu Katrinu og Tummas í Blásastovu í Norðragøtu, har fornminnissavn er nú. Tummas Jákup hevði í mong ár handils- og reiðaravirksemi í bygdini.
Mamman var Magdalena, dóttir Petru og Óla Gregersen í Syðrugøtu.
Tey vóru 13 systkin, Tóra, f. 1917, Ásmund, f. 1918, Brynhild f. 1920, Gunnar f. 1921, Margreta f. 1922, Súni f. 1923, Hjørdis f. 1924, Halldóra f. 1927, Ragna f. 1928, Regin f. 1930, Heri f. 1932, Helgi f. 1934 og Gunnvør f. 1937.
Sum tað sæst, eru nógv av børnunum fødd ár um ár. Onkuntíð vóru tvey ár ímillum, og millum tey tvey yngstu vóru trý ár. Tað er eingin ivi um, at Magdalena hevur verið eitt konubrot! Minnist hana eisini sum eitt sera fitt fólk.
Elst av børnunum, sum eru á lívi, er Margreta, sum býr í Havn, kend frá B36. Hini eru, umframt Helgi sjálvur, Halldóra, sum býr í Fuglafirði, Ragna, sum býr á Geilabø beint við barndómsheimið, og Heri, sum býr í Norðragøtu.
Tey á Geilabø og vit í Tjørnustovu vóru í sama grannalag, og hóast tey flestu í grannalagnum eru farin í ymsar ættir er framvegis serligt samband millum okkum.
Tá í tíðini var Norðragøta ein onnur bygd enn í dag. Geilabø var tá mitt í bygdini, meðan miðdepilin nú er inni í dalinum. Næsta grannahús hjá teimum á Geilabø var hjá Kalu, ættað úr Oyndarfirði, og Sámal Jákup Gøte fyri innan Á. Her búði javnaldurin Fredrik, og teir báðir, Helgi og Frederik, blivu bestu vinir. Tá í tíðini spældu børn úti, og spæliplássið hjá teimum og øðrum norðragøtubørnum var niðri á sandinum, har alt nú er undir betong.
Skúlagongdin var við Gøtugjógv hjá “gamlalærara”, stórmenninum Símun Paula úr Konoy, sum hevur “uppdrigið” nógv ættarlið av gøtufólki. Lærarar vóru eisini Helga Øregaard og Jákup Simonsen. Konoy fór frá, og tá kom fyri hann Poul Enok Hansen, sum var ættaður úr Norðragøtu, men sum hevði verið lærari á Viðareiði í mong ár.
Fekk sær bakarí 20 ára gamal
Vanligt var, at ungir dreingir fóru til skips 14 ára gamlir.
Men tá ið Helgi var 15 ára gamal doyði pápin, og Helgi fór tann 5. mai 1949 í bakaralæru hjá gubba sínum, Andreas í Køkubúðini í Havn. Hann var eisini ættaður úr grannalagnum. Tá fór Frederik í skraddaralæru. Hesir báðir vildu tískil royna nakað annað enn tað vanliga tá í tíðini.
Í 1954 byrjaði Helgi, bert 20 ára gamal, sítt egna framkomna bakarí í Norðragøtu í kjallaranum hjá systrini Tóru og manni hennara Eivind Hansen, Eivind hjá Havna Jákup. Hetta vísir ein ungan mann við áræði.
Eivind og Tóra høvdu annars høvdu tikið handilin upp eftir Tummas Jákup heima í bygdini.
Tann 10. mars 1956 giftist Helgi við Jónu úr Fuglafirði. Hon var dóttir Malenu og Óla Jákup Olsen, vanliga kallaður Gøtu Óla Jákup, tí hann var ættaður frá Gøtugjógv. Malena hevði eisini røtur til Gøtu, mamma hennara; Anna, var úr Tjørnustovu. Tískil hava tey røtur aftur til sama grannalag.
Í 1962 fluttu tey í síni egnu snøggu hús í Kongsbø. Stutt eftir bleiv bakaríið flutt í kjallaran í nýggju húsunum, so nú var ikki so langt til arbeiðis hjá teimum. Jóna bleiv høgra hond hjá Helga bæði í tungum og løttum.
Helgi royndi eisini onnur yrki. Eina tíð koyrdi hann lastbil hjá Hera, beiggja sínum. Eisini var hann landari á Havsbrún.
Fyrst í 70-unum flutti familjan til Grønlands, har Helgi var kokkur við einum KGH-trolara. Aftaná tvey ár fluttu tey so heim aftur til Norðragøtu, har bakaravirkið helt fram.
Í august 1994 gjørdist Jóna óarbeiðsfør eftir eitt strik. Hetta var ein dyggur smeitur fyri Helga at missa sín fremsta arbeiðsfelaga. So eftir stutta tíð gjørdi hann av at steingja bakaríið.
Í mars 1995 fluttu Jóna og Helgi til Danmarkar at búgva, har fleiri av teirra børnum búðu.
Frá tí degi Jóna bleiv sjúk, hevur Helgi verið um hana fulla tíð. Hann legði alt frá sær fyri at passa konu sína. Øll hesi árini hevur hann staðið víð hennara síðu. Tolin og húsligur sum altíð, so betri hjálp kundi Jóna ikki fáa.
Tey fluttu aftur til Føroya í juli 2010, og nú búgva tey í sama kjallara, har tey á sinni byrjaðu bakaravirksemið. Nú er tað Mildrið, dóttir Tóru og Eivind, sum eigur húsini.
Helgi hevur eisini havt onnur áhugamál enn at baka og arbeiða. Honum dámdi væl at veiða síl og at gera útferðir saman við familjuni.
Børnini eru fimm í tali: Maiken, Odny, Tummas Jákup, Gudny og Óla Jákup. Odny býr í Keypmannahavn. Hini búgva í nærumhvørvinum.
Abbabørnini eru sjey í tali. Og nú eru sjey langabbabørn komin afturat.
Helgi er sera fryntligur maður sum øll tey á Geilabø eru. Hann er altíð jaligur og áhugaverdur at koma á tal við.
Tað skal verða ynskt honum og øllum hansara hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum.
----
óli