Dávur Winther
------
Martin Næs legði út við tøkk og skemtandi hugleiðingum um samstarv teirra, og at Helgi Fossádal hevði staðið sum ein brandur hóast ofta órættvíst mótrák.
Og honum á baki Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, Malan Marnersdóttir, forkvinna í Føroya Listafelag, Heðin Mortensen, borgastjóri og Ole Wick, formaður í Myndlistafelagnum, bóru á sama borðið og høvdu somu tøkk at bera Helga fyri dugnasemi og ágrýtni, og at tað var at undrast á allar tær listabøkur, hann hevði loyst úr lagdi.
Og í dag kom so »høvuðsverkið« út - Sekel, um føroyska list í 100 ár, sum Mikael Wivel hevur skrivað.
Mikael Wivel loysti rættiliga frá posabandinum í røðu síni og setti at teimum, sum høvdu dittað sær til at seta spurnartekin við megnarverkið hjá Helga Fossadal sum stjóri á Listasavni Føroya. Tað var fáur, sum hevði kunnað gjørt honum tað eftir, óansæð hvørja útbúgving og royndir hesi høvdu.
Við allari virðing fyri nýggja stjórananum, Niels Ohrt, sum Mikael Wivel ynskti góða eydnu í stavinum, hann byrjar komandi mánadag, so kemur hann til ein væl riknan stovn, og hann skal renna skjótt fyri at vera líka raksur, sum Helgi Fossadal, helt hann fyri.
Lesið røðuna hjá Mikael Wivel á síðu 30-31.
Dávur Winther