Helgi Fossádal sigur farvæl

Í sambandi við, at Helgi Fossádal nú leggur frá sær sum stjóri á Listasavni Føroya, verður almenn móttøka á Listasavninum fríggjadagin 29. apríl frá klokkan 16 til klokkan 18. Á móttøkuni fer esini danski listfrøðingurin, dr.phil Mikael Wivel, at leggja nýggja stórverkið, SEKEL ? føroysk myndlist í hundrað ár fram

Helgi Fossádal hevur verið stjóri á Listasavninum i sjey ár, men leggur nú frá sær.

Samstundis tekur danski listfrøðingurin, Nils Ohrt, við starvinum sum leiðari fyri Listasavn Føroya hesi næstu fimm árini.

Hann tekur við sunnudagin 1. mai.

Nils Ohrt er 59 ára gamal og mag.art. í listasøgu frá Århus Universiteti.

Hann hevur hollar royndir úr savnsheiminum og hevur drúgvar royndir sum leiðari seinastu 22 árini. Frá 1996 til í dag hevur hann verið stjóri á Nivaagaards Malerisamling í Nivaa í Norðursælandi.

Í hesum døgum hevur annars Edward Fuglø framsýningina, Merry- Go-Round, í Listaskálanum.

Hendan framsýningin er opin til 13. juni.