Helgi Dam Ziska, sum vann FM fyri einstaklingar í talvi um vikuskiftið, er nú tann av núlivandi føroyskum telvarum, sum hevur vunnið flest FM-heiti fyri einstaklingar. FM-sigurin í ár er hansara fimti í alt. Bara Heini Olsen, sáli, hevur í nýggjari tíð vunnið FM-heitið líka ofta.
Helgi hevur nú eisini vunnið FM-heitið trý ár á rað. Tað er ikki hent síðani Heini Olsen vann í 1991, 1992 og 1993. Og fara vit uppaftur longur aftur, vann Luitjen Apol í 1974, 1975 og 1976.
Telvað hevur verið á hvørjum ári um FM-heitið síðani 1972, men áðrenn Talvsamband Føroya var stovnað í 1970 var eisini telvað um føroyameistaraheitið. Tey árini - frá 1938 til 1956 - vóru tað mest bara telvarar í Havn, ið kappaðust sínamillum um FM-heitið, tí tá vóru so fáir telvarar úti um landið, ið hættaðu sær at bjóða havnarmonnum av.
Stóri FM-kongurin í føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnar, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins. Niðanfyri sæst hvørjir hava vunnið meistaraheitið oftast.
J.P. Henriksen, HT 9 (1938, 1939, 1945, 1946, 1948, 1949, 1950, 1951, 1952)
Helgi Dam Ziska, HT 5 (2008, 2011, 2017, 2018, 2019)
Heini Olsen, KTF 5 (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)
Tórarinn Evensen, HT 4 (1947, 1953, 1955, 1956)
Jens Chr. Hansen, TT 4 (1979, 1981, 1982, 1985)
Martin Poulsen, HT 4 (2003, 2004, 2006, 2009)
Í nýggju øldini sær FM-kongsrøðin soleiðis út:
2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgård, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgård, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT