Helgi fer at skriva um Runavík

Á 50 ára føðingardegnum hjá kommununi fer Helgi Jacobsen undir at skriva søguna hjá Runavíkar kommunu

Tað er mentanarvika í Runavíkar kommunu. Tá ið setanin var í Løkshøll seinnapartin í gjár, skrivaðu Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Helgi Jacobsen, rithøvundur, undir sáttmála, sum sigur, at Helgi skal skriva søguna hjá Runavíkar kommunu.

 

Helgi Jacobsen er í holtur við at skriva søguna hjá Nes kommunu. Talan er um trý bind, sum ætlanin er at geva út, tá ið tað fyrsta apríl í 2017 vera 50 ár síðani, at gamla Nes Sóknar Kommuna fór sundur í Nes kommunu og Runavíkar kommunu.

 

Í gjár avráddu Runavíkar kommuna og Helgi Jacobsen, at Helgi skal fara undir at skriva søguna um Runavíkar kommunu, tá ið hann verður liðugur við søguna um Nes kommunu.

 

Sambært Tórbjørn Jacobsen, borgastjóra í Runavíkar kommunu, so verður roknað við, at tað fer at taka Helga millum hálvt annað og tvey ár at skriva søguna um triði størstu kommununa í landinum, sum fyrsta apríl næsta ár verður hálvt hundrað ár.