Hóast Helgi Winther Olsen kom á mál sum nummar 16 hesaferð, so hevur hann súkklað seg upp á sætta plássið á samlaðu stigatalvuni. Orsøkin er, at súkklarnir fáa stig fyri kappingarnar, teir luttaka í. Helgi Winther Olsen hevur verið við til allar fýra kappingarnar higartil við nøktandi úrslitum. Hann hevur soleiðis skavað sær nógv stig saman.
Teinurin
Tað var skjótt at súkkla teinin hesaferð. Vegurin var hinvegin á tremur við tekniskum brekkum. Onkrastaðni skuldu súkklararnir framvið skráningum við leysari mold í botninum og rótum á toppinum, og aðrastaðni noyddust súkklarnir at balansera yvir smælar brýr.
Byrjaði væl
Helgi Winther Olsen legði bragdliga fyri, men hinir súkklarnir fóru skjótt frá honum. Tá tveir kilometrar vóru lagdir afturum, var hann nummar 28. Hann vann seg framaftur, og hóast hann snávaði og datt av súkkluni, kom hann á mál sum nummar 16. Tað er millum hansara bestu úrslit higartil.