Klokkan 14 í dag verður næstsíðsta umfar í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar, sum í hesi vikuni er í Løkshøll í Runavík.
Í gjár vann Helgi Dam Ziska á Høgna Egilstoft Nielsen. Martin Poulsen vann við svarta fólkinum á John Rødgaard. Harvið er einasti føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska eitt heilt stig undan Martini Poulsen, sum er næsti avbjóðarin til oddasessin.
Harvið er tað møguleiki fyri, at Helgi longu í dag kann tryggja sær FM heitið. Soleiðis verður tað, um Martin Poulsen ikki vinnur á Høgna Egilstoft Nielsen, og um Helgi Dam Ziska vinnur á John Rødgaard.
Kappingin endar í morgin, páskaaftan, tá ið fyrstu leikirnir verða fluttir klokkan 11.
Tað ber til at fylgja við, hvussu leikur fer, á hesi leinkjuni
http://live.faroechess.com/live.html
Fjórða umfar - skírisdag
IM John Rødgaard-Martin Poulsen 0-1
GM Helgi Dam Ziska-Høgni Egilstoft Nielsen 1-0
Støðan eftir fýra umfør
GM Helgi Dam Ziska 3 stig
Martin Poulsen 2 stig
IM John Rødgaard og Høgni Egilstoft Nielsen 1 ½ stig
Fimta umfar – í dag klokkan 14
GM Helgi Dam Ziska-IM John Rødgaard
Høgni Egilstoft Nielsen-Martin Poulsen
Fyrsti bólkur
Støðan eftir sjey umfør
Sigurd B. Justinussen og Rógvi Mortensen 5 stig
Horatiu-Cristian Filip 4 ½ stig
Rógvi Dragaberg 4 stig
Janus Skaale 3 ½ stig
Jóannes V. Hansen og Heiðrikur T. Jacobsen 3 stig
Ingi Wiberg og Margar M. Berg 2 ½ stig
Brandur Højgaard 2 stig
Unglingabólkurin
Støðan eftir sjey umfør
Lutjen Akselsson Apol 5 ½ stig
Ragnar Weihe og Jón í Horni Nielsen 5 stig
Bjarki Bertholden og Rógvi Mørkøre 4 ½ stig
Benjamin Reinert Fjallheim 4 stig
Suni í Horni Nielsen og Flóvin M. Tummasarson 3 ½ stig
Hanna Jacobsen 3 stig
Markus Jacobsen 2 stig
Elias Petersen 1 stig