Helgi endaði aftastur í DM

Helgi Dam Ziska mátti í dag lúta fyri vinnaranum av DM í talvi fyri einstaklingar.

 

Hetta var seinasta umfar í kappingini, og Sune Berg Hansen, sum lá á odda fyri seinasta umfar, tryggjaði sær DM-sigurin við sigrinum á føroyska telvaranum.

 

Úrslitini hjá Helga Dam Ziska í DM hava ikki verið av teimum bestu. Hann tapti trý talv og tevlaði seks jøvn. Helgi endaði aftastur av teimum 10 telvarunum á stigatavluni.

 

Helgi var styrkismettur sum nummar 8 í kappingini og skuldi hava 4,5 stig fyri at varðveita sítt styrkistal, men hann vann sær bert 3 stig.