Helgi Dam Ziska vann snartalvkappingina í Riga

Helgi Dam Ziska hevur veruliga gjørt vart við seg í altjóða talvkapping í lettiska høvuðsstaðnum, Riga.

 

Umframt at vinna sær ein týðandi GM-norm í strembanini at gerast stórmeistari í talvi, so gjørdi Helgi Dam Ziska ikki mætari enn at vinna snartalvkappingina millum teir 128 sterku telvararnar úr øllum heiminum, sum tóku lut í kappingini.

 

Helgi Dam Ziska fekk 9 1/2 stig av 11 møguligum stigum í snartalvkappingini í talvkappingini yviri í Riga.