Helgi Dam Ziska er norðurlendskur meistari

Við 5 sigrum í 6 talvum endaði Helgi Dam Ziska kappingina við íalt 5 stigum, ið var tað sama sum altjóða meistarin, Erik Blomqvist, sum Helgi eisini vann á í 2. umfari hósdagin.

 

Men teir 5 sigrarnir hjá Helga vóru meira verdir, tí hann hevði samanlagt vunnið sínar sigrar á sterkari mótstøðu enn sviin, og tí hevði Helgi fleiri mótstøðustig, og hann vann tí samanlagt kappingina.

 

Kelda: www.nordlysid.fo