Dysturin, Føroyar - Luksemborg byrjar í dag klokkan 16.30 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
Føroyski strikuleikarin, Helgi Hildarson Hoydal, hevur havt eina misjavna HM-undankapping í Luksemborg. - Eg spældi mín ringasta landsdyst nakrantíð ímóti Litava, sigur strikuleikarin við FM1 í morgun.
Í næsta dystinum ímóti Slovakia var strikuleikarin í brennideplinum við einum beinleiðis reyðum korti, sum strikuleikarin heldur vera bíligt.
Tað hevur verið nær við ofta, sigur landsliðsleikarin, og minnist javnleik ímóti Montenegro, og eitt-máls-ósigrar ímóti Ukraina og Slovakia sum misnýttar møguleikar.
-Í dag MÁ tað vera, tekur Helgi Hildarson Hoydal til í prátinum við FM1 í morgun.










