Helgi Brekku fer eftir trúgva tænastu

Eftir 42-ára virki í bankanum fer Helgi Brekku í sambandi við sín 60-ára føðingardag seinni í november 1997 úr starvi í Føroya Banka við eftirløn.


Helgi Brekku, sum í 1955 varð settur í starv í Sjóvinnubankanum, hevur verið ein hollur stuðul hjá stjórnini í sambandi við endurbyggingini av bankanum í 1992-93 og seinni í samanleggingini við P/f Føroya Banka í 1994 stendur í tíðindaskrivi frá bankadeildini.

Bankin ynskir Helga Brekku eitt gott og virkið otium.

Helgi Brekku verður 1. november 9197 avloystur sum leiðari av Deild Tórshavn av Heina Joensen, sum seinni las víðari til Cand. merc. á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, kom í 1992 aftur í bankan sum grannskoðanarleiðari. Seinni hevur Heini Joensen verið varaleiðari í kredittdeild bankans.