Helgi bleiv nummar fýra

Føroyski fjallasúkklarin var við heilt har frammi í danskari kapping.

Føroyski fjallasúkklarin, Helgi Winther Olsen, hevur um vikuskiftið luttikið í stóru donsku súkklukappingini, Race Days Kolding. Hann luttók á einum sokallaðum marathon-teini, sum var 104 kilometrar langur.


Helgi var óheppin við tað at trý óhapp í ymiskum støðum kostaðu honum nógva orku. Fyrst loysnaði ein lutur á súkkluni, so datt hann og síðani punkteraði hann, men hvørjaferð eydnaðist honum at súkkla teir flestu innaftur.


Hann lá eina løtu stutt aftanfyri nummar trý, men tá hann punkteraði og mátti síggja nummar fimm og seks súkkla framvið, so var tað hóast alt nøktandi, at hann fann síðstu orkuna og súkklaði seg fram á eitt endaligt fjórða pláss.


- Eg eri stak væl nøgdur - serliga tá hugsað verður um umstøðurnar. Tað er týðiligt at Kring Føroyar-kappingin og MTB Triology 3 daga kappingin, sum eg súkklaði í Kekkia beint frammanundan, hava givið forminum eitt lyft, sigur Helgi.


Helgi, sum vann Kring Føroyar í síðsta mánað, sigur, at fjórða plássið í Kolding er tað besta úrslitið hann hevur fingið í ár saman við 6. plássinum, sum hann fekk á øðrum teini í Girona MTB Challenge í mai.