- Í Havn, í Klaksvík og í Vágunum eru ræðuliga nógv rúsevni. Eg havi fleiri ferðir upplivað, at ung fólk bjóða sex afturfyri ein bana av kokain, sigur 32 ára gamli Helgi Bech, sum framtil í fjør seldi alt frá hassj til ritalin í býarlívinum í Føroyum.
Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum í dag. Les alla frásøgnina hjá fyrrverandi rúsevnisseljaranum, Helga Bech, í blaðnum í dag.
-Rúsevnisumhvørvið er ræðuliga stórt og umfatandi í Havn, Klaksvík og í Vágunum, sigur Helgi Bech, sum Vikuskiftis Sosialurin hevur hitt til eitt prát um rúsevnisheimin í Føroyum.
Tað var sum blaðungur, at Helgi fekk hug til at royna rúsevni. Hansara barndómsvinmaður hevði ein beiggja, sum seldi hassj og longu sum 12 ára gamal visti Helgi, at hann fór at royna tað. Tað var ein spennandi heimur, sum hann eygleiddi heilt frá 10 ára aldrinum, tá ið hann og vinmaðurin sluppu inn í kamarið hjá eldra beiggjanum hjá vinmanninum at síggja, meðan teir royktu hassj.
Sum 14 ár royndi Helgi tað fyrstu ferð og beinan vegin bleiv hann seljari av tí.
-Eg føldi tað spennandi og vildi tí altíð hava okkurt at selja. Eg fekk viðurkenning um eg hevði okkurt uppiá mær, og føldi meg sum part av onkrum, sigur Helgi Bech.