Síðstu ferð, Helgi L. Petersen spældi í bestu føroysku fótbóltsdeildini, var tann 24. august í 2008, tá hann spældi við ÍF. Síðani hevur talan bara verið um nakrar dystir í næstbestu deildini, men nú hann hevur skrivað undir ein eitt árs sáttmála við NSÍ, kundi verið líkt til eitt »come-back« í bestu deildini.
Í øllum førum fegnast tey í NSÍ um, at rituvíkingurin aftur er at finna á heimabeitinum: – Vit fegnast um at hava fingið knýtt Helga at hópinum, tí við sínum drúgvu royndum kemur hann ivaleyst at fáa stóran týdning fyri hópin – bæði á vøllinum og uttanfyri, sigur formaðurin í NSÍ, Sølvi Reinert Hansen.
Helgi, sum sambært faroesoccer.com hevur spælt 162 dystir og skotið 52 mál í bestu deildini, hevur millum ár og dag eisini roynt seg í øðrum feløgum enn NSÍ, eitt nú GÍ, B36 og ÍF. Tá hann í 2001 spældi við GÍ, skjeyt hann heili 24 mál í 24 dystum.
Ein stóran part av kappingarárinum 2009 var hann venjari hjá FC Hoyvík, men annars hevur hann síðstu tvey árini verið hollur fótbóltsviðmerkjari hjá Rás 2 og Sosialinum.