Gamla Pakkhúsið í Bø hevur sín uppruna beint eftir avtøkuna av einahandlinum og stóð liðugt í 1861, tá fyrsti handil á vestaru síðu á Vágoynni læt upp har.
Hetta er ein bygningur við nógvari søgu í einum av Føroya vakrasta umhvørvi, ið gevur framúr karmar fyri hugnaligari samveru til mong høvi.
Pakkhúsið í Bø er væl egnað til eitt nú fyrilestrar, skeiðvirksemi og alt slag av fundarvirksemi, eins og hølini og nærumhvørvið eru væl egnað til bólka-og starvsfólkaveitslur.
Tað er Tænastan við Helgu Nordendal, sum rekur Pakkhúsið í Bø og eisini Tórapakkhús í Miðvági. Tórhús, sum húsið verður rópt, er eisini eitt renoverað pakkhús við uppruna beint eftir einahandilin, tá skómakarin, Tórur Nattestad, fekk handilsloyvi í 1856.
Á hvítusunnu hin 5. juni letur kafé’in í Pakkhúsinum í Bø upp. Opið verður frá hósdegi til mánadag frá klokkan 12 til 18, heilt til endan av summarfrítíðini.
Kafé’in var fyrstu ferð opin í 2020, og her hava nógvir gestir verið á gátt.
- Hetta tíðarskeiðið bjóða vit eisini døgurða hvønn sunnudag eftir bílegging, sigur Helga Nordendal.
Í Tórhúsi í Miðvági leggur Tænastan serligan dent á gistingar, har fólk búgva undir bestu umstøðum.
- Vit bjóða ikki mat í samband við gistingar, men matstova er í bygdini, og ein venjingarmiðstøð er beint við, sigur Helga Nordendal, sum vísir á, at í Tórhúsi er eisini møguleiki at hava smærri tiltøk, sum eitt nú fundir, skeið, veitslur og annað.
Tá er eisini møguligt at bíleggja mat afturvið.
Umframt at veita tænastur í pakkhúsunum í Bø og Miðvági, bjóðar Tænastan hjá Helgu Nordendal eisini røkt av urtagørðum, gravstøðum og øðrum.