Helga Guttesen, sum ikki var við í byrjunarupstillingini í gjár, kom í gjár inn í dystin móti Skotlandi sum eitt óløgi.
Alt riggaði - álopini vóru í serklassa við nógvari styrki, men so hendi óhappið.
Eftir 5 bóltar fór hon aftur at serva, og hon fekk ein skaða ovaliga í arminum ella í økslini, og mátti út, og systurin Birgit Guttesen kom aftur inn á liðið.
Staðfest var ð beinan vegin, at Helga ikki kundi spæla meira í gjár, og arbeitt verður í løtuni við at fáa armin í lagi, men enn er einki avgjørt.
Endalig støða verður ikki tikin fyrr enn beint undan dystinum undir upphitingini.
Hetta kann koma at verða ein smeitur fyri liðið, men venjarin Kristian Mikkelsen sigur, at hann hevur onkrar loysnir.
Dysturin verður klokkan 16 í dag, og verður sendur beinleiðis í Kringvarpinum.










