Helena vildi stilla seg í besta ljósið

Helena Dam á Neystabø løgtingskvinna hevur í skrivi dagfest 28. januar boðað løgmanni frá, at hon ikki stuðlar samgonguna.

Hetta sigur hon, er fyrst og fremst tí, at hon síðani seinasta heyst hevur roynt at fáa hækkað pensiónirnar við umleið 30 milliónum, men fekk tíverri onga undirtøku frá samgonguni.
Sjálvstýrisflokkurin umsitur málsøkið og hevur síðan í fjør vár roynt at fingið eitt pensiónsuppskot, sum samgongan kundi taka undir við.
Tá fíggjarlógin var til fyrstu viðgerð, boðaði fíggjarnevndarlimur floksins frá, at pensiónsmálið mátti loysast, um flokkurin skuldi taka undir við fíggjarlógini.
Samgongan hevði samgongufund um málið, og varð Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna, boðin við á fundin, hóast hon var uttanflokka. Helena rýmdi av fundinum eftir stuttari løtu.
Ein samd samgonga samtykti at seta eina trímannanevnd við løgmanni, fíggjarmálaráðharranum og almanna- heilsumálaráðharranum at gera eitt pensiónslógaruppskot. Hetta arbeiðið er liðugt, og uppskotið lagt niðan á løgtingsskrivstovuna.
Helena hevði møguleikan at gera sína ávirkan á uppskotið galdandi, at betra um umstøðurnar hjá pensionistunum, men valdi at fara í sjálvdrátt við egnum uppskoti, fyri at stilla seg í besta ljósið.
En samd samgonga stendur aftan fyri fráboðaða uppskotið, sum vónandi verður einmælt samtykt. Hetta uppskotið javnstillar viðurskiftini hjá okkara pensionistum við viðurskiftini, ið eru galdandi fyri pensionistarnar í grannalondum okkara