Helena vil nevnast Frú forkvinna

– Og ikki harra forkvinna, frú formaður, ella harra formaður

 Tað hevði verið gott at tikið spurningin upp og at fingið greiðar reglur, sum eisini avspegla tíðina, vit liva í. Tað heldur Helena Dam á Neystabø. Hon er vald í formansskapin hjá Løgtinginum fyri Heðin Mortensen, ið er settur sum landsstýrismaður í samferðslumálum eftir at Henrik Old segði seg frá.

 

Men løgtingslimir hava ógvuliga ilt við at finna út av, hvussu hon skal nevnast, og sostatt hava vit hoyrt tinglimir nevna hana bæði frú forkvinna, harra forkvinna, frú formaður, og enntá harra formaður.

 

 

Í eini fyrr í morgun segði Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, at ætlanin er at seta eina nevnd at endurskoða tingskipanina, og hann heldur, at tað er sjálvsagt, at hesin spurningurin verður tikin upp í tí sambandi. Sjálvur hevur hann eisini eitt uppskot um, hvussu Helena Dam á Neystabø skal nevnast. Les meiri um tað við at trýsta HER.

 

 

Sjálv sigur Helena Dam á Neystabø, at hon hevur fingið at vita, at hóast hon er kvinna, er formliga heitið hjá henni formaður. Men hon hevur eisini fingið at vita, at tað gongur ann at kalla hana “frú formaður”.

 

Sjálv hevur hin hildið, at tað skurrar í oyrinum at nevna hana forkvinna, men hon heldur, at helst er tað bara ein vanasak. Og henni sjálvari hevði dámað best at verið kallað frú forkvinna.  

 

Hon heldur, at her er ikki samanhangur í og tí heldur hon, at tað hevði verið gott at málið varð tikið upp, so at hesi ymsu størvini fingu heiti, sum svara til nútíðina.

 

Hon heldur, at málið skal endurspegla veruleikan, og hon heldur eisini, at tíðin er farin frá at tvíhalda um tann gamla, norðurlendska formin, formaður, tí tað endurspeglar ikki veruleikan og ikki nútíðina.