Helena vil ikki hava reglugerð eftir stripp

Strippið hjá Victoriu Wild fær ikki landsstýriskvinnuna at taka stig til reglugerð fyri brúkinum av føroyska tjóðarbúnanum

Síðani føroyski stripparin Victoria Wild var á forsíðuni í Sosialinum fyri einari viku síðani hava fólk kjakast um, hvørt føroyski tjóðbúnin skal staðfestast sum tjóðarbúni og reglugerð gerast um, hvussu hann kann brúkast.

Osøkin var, at Victoria Wild hevði strippshow í føroyskum klæðum, og tað halda fleiri er ópassandi.

Helena Dam á Neystabø, sum er landsstýriskvinna í mentamálum, heldur ikki, at neyðugt er við eini reglugerð.

- Strippið í føroyskum klæðum var lættisoppakent og kommersielt, men eg eri av teirri fatan, at vit skulu hava so fáar reglur og forboð sum gjørligt, sigur Helena Dam á Neystabø.

- Sjálvandi skulu vit eisini hava virðing fyri føroyska búnanum, og hann skal avgjørt ikki enda sum fótatraðk, men eg rokni ikki við, at eitt einstakt dømi sum hetta hóttir búnan. Føroyski búnin er mótstøðuførur, og vanliga er stór respkt fyri honum, og hann tolir eisini eina slíka avbjóðing, sigur Helena Dam á Neystabø.

- Vit skulu ansa eftir, at vit ikki konservera føroyska tjóðarbúnan. Vit hava ein sera livandi tjóðarbúna, sum verður nógv brúktur, og soleiðis skal tað eisini verða frameftir. Gera vit eina reglugerðum brúkið er vandi eisini fyri fundamentalismu og konservatismu, sigur hon.

eydun@sosialurin.fo