Helena Dam á Neystabø fer nú at seta eina nevnd, sum skal vera henni til hjálpar, tá ið almannapolitikkurin skal leggjast til rættis framyvir.
Talan verður um eina nevnd, ið skal virka sum eitt slag av hugskotsbanka, sum skal geva henni tilmæli um ymisk viðurskifti í almannapolitikkinum.
?Hetta er fyri at hava eina nevnd, har almannapolitikkur í síni heild verður viðgjørdur og umrøddur, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon sigur, at tað skulu bæði fakfólk og leikfólk sita í hesi nevndini.
? Hetta er ein nevnd, sum alla tíðina skal hava fingurin á pulsinum í føroyska almannapolitikkinum.
? Nevndin skal koma við hugskotum og tilmælum um, hvat skal gerast og, hvar broytingar og ábøtur eru tiltrongdar, og hvar tað er mest átrokandi at seta tiltøk í verk.
Nevndin skal eisini umrøða, hvussu almannalóggáva á ymsum økjum, skal vera, og, hvørjar treytir lóggavan á almannaøkinum og forsorgarøkium skal uppfylla og yvirhøvur, hvussu almannaøkið skal skipast.
Heilsumálaráðharrin heldur, at ein slík nevnd er hent ikki minst, nú ætlanin er at gera nýggja forsorgarlóð og nýggja barnaforsorgarlóg.
Ikki minst í hesum sambandi hevur tað týdning, at vit hava eina nevnd, uttanfyri sjálva fyrisitingina, sum hava samband til almannaverkið. Hon hugsar bæði um fakfólk og brúkarar av ymsum slagi.
Hon fer nú at skriva endamálsorðingina hjá nevndini.
Og hon væntar, at nevndin verður sett seinni í hesum mánaðinum.
Hon hugsar sær, at talan verður um eina nevnd við fimm til sjey fólkum í.