Helena verður reinsað

Avgerðin um at seta ein kommunulækna á Eiði varð tikin í oktober í fjør. Tí fer løgmaður helst ikki at ákæra Helenu Dam á Neystabø fyri at hava misnýtt sítt embæti sum landsstýrismaður fyri at gerast formaður Sjálvstýrisfloksins

Helena Dam á Neystabø misnýtti ikki sítt embæti fyri at verða vald til formann í Sjálvstýrisflokkinum, sum annars hevur ljóðað seinastu dagarnar.

Ivin um embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø tók seg upp, tá Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður í Hósvík og fyrrverandi javnaðarmaður, í segði fyri Útvarpinum á middegi týsdagin, at hann á fundi hjá Sjálvstýrisflokkinum leygardagin hevði atkvøtt fyri Helenu Dam á Neystabø sum formanni, tí hon afturfyri hevði sett kommunulækna á Eiði nakrar dagar frammanundan.

Hetta fekk løgmann til at fara og kannað embætisførsluna hjá Helnu Dam á Neystabø, tí hetta skapti illgruna um, at Helena Dam á Neystabø hevði misnýtt landsstýrissessin fyri at náa formanssessinum í Sjálvstýrisflokkinum.

Men avgerðin um at seta kommunulæknan varð tikin í fjør, eftir at Kommunulæknaráðið í november í 1999 mælti landsstýrismanninum til at seta ein kommunulækna afturat á Eiði. Hetta váttaði Kommulæknaráðið fyri Sosialinum beint áðrenn evstamark í gjár.

Anfinn Kallsberg, løgmaður tosaði fyrrapartin í gjár við Helenu Dam á Neystabø um málið, og fekk hann somu upplýsingar, sum Sosialurin hevur fingið frá Kommunulæknaráðnum.

Men fyri at tryggja sær, at alt er farið rætt fram, skulu embætisfólkini hjá løgmanni kanna skjølini í málinum, áðrenn løgmaður endaliga reinsar Helenu Dam á Neystabø.