Helena vísir dirvi

Í gjár boðaði Helena Dam á Neyst­a­bø frá, at hon ikki er við í kapp­ing­ini um at ger­ast for­kvinna í Javn­að­ar­flokk­i­num. Hon sig­ur, at starv­ið sum lands­stýr­is­kvinna í ment­a­mál­um er sera krevj­andi. Hon vís­ir á nógvu verk­ætl­an­ir­nar, sum hon ynsk­ir at leggja alla sína orku í at føra á mál.

– Tað fer at krevja nógv at røkka teim­um mál­um, sum eg havi sett mær, sig­ur hon.

Hon vísir eisini á, at tað er henn­ara vón, at øll lok­al­fel­øg Javn­að­ar­floks­ins tosa sam­an og koma til eina semju um eitt og sama val­evni til nýggj­an for­mann í Javn­að­ar­flokk­i­num.

Hetta er ein sera skilagóð av­gerð hjá Hel­enu Dam á Neyst­a­bø. Tað er einki duls­mál, at hon ikki varð væl mót­tik­in av øll­um, tá hon kom aftur í Javn­að­ar­flokk­in í 2002. Hon slapp til døm­is ikki at stilla upp fyri Suð­ur­streym­oy­ar Javn­að­ar­fel­ag.

Men hon hevur megn­að upp­gáv­una í Ment­a­mál­a­ráð­num væl. So væl, at hon hev­ur vunn­ið nógva virð­ing aft­ur mill­um javn­að­ar­fólk. Við tað at hon ikki royn­ir eft­ir for­mans­sess­i­num, men fer at stuðla tí, sum vald ella vald­ur verð­ur, vís­ir hon, at tað ikki bara snýr seg um henn­ara egna per­són.

Tað kann fara at líkjast eini farsu, nú so nógv bjóða seg fram – øll frá tí mest kon­tro­ver­s­i­ella pol­i­tik­ar­a­num til tann mest upp­lagda. Av­gerð­in um nýggja leið­ar­an kann tá blíva so til­vild­ar­lig, at flokku­r­in verð­ur gjørdur til láturs.

Helena Dam á Neystabø er tann fyrsta at vísa dirvi og virð­ing við ikki at gera val­ið um hægsta em­bæt­ið í flokk­i­num ein eina farsu. Tað vís­ir ein sterk­an pol­itik­ara.