Men hon torir ikki at geva lyfti um, at samsýningarnar fara at hækka, tí tað valdast játtanina á fíggjarlógini Til Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin
Tórbjørn Jacobsen, tingmaður, hevur kært til løgmann um, at landsstýrisfólk ikki vóru í tinginum í gjár, tá ið uppskot, sum tey høvdu ábyrgd av, vórðu viðgjørd. Eitt av hesum uppskotum snúði seg um samsýning til rithøvundar og listafólk.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, harmast um, at tað barst henni frá at vera í tinginum, og um samsýningina til rithøvundar og listafólk hevur hon hesa viðmerking:
Í mentamálaráðnum arbeiði er í løtuni við at seta í verk eina skipan við Listaráðum, sum koma at samstarva við Mentanargrunnin. Endamálið er júst at fáa til vega neyðuga dygdarmeting í sambandi við at samsýna listafólki. Eisini miði eg eftir at fáa í lag skipanir, ið kunnu tryggja listafólki rímilig viðurskifti, tá um løn og eftirløn ræður.
Vóni at røkka á mál við sksipanini við listaráðum í hesum árinum, so at tey koma at virka í seinasta lagi í 2010. Skipanir viðv. hægri samsýingum valdast játtanir á fíggjarløgtingslónini.
Eg mælti til at játtanin í 2009 var hækkað við 500.000 kr., men vann hetta uppskot ikki frama, tá fíggjarlógin varð samtykt.
Eg ætli mær kortini at virka fyri, at játtanin til Mentanargrunnin verður hækkað í 2010, sigur Helena Dam á Neystabø.