Helena sýnir fram í Havn

Helena Dam er undir listarligari útbúgving í Svøríki

Seinnapartin fríggjadagin letur upp framsýning í Williamsstovu í Havn við verkum eftir Helenu Dam.

 

Á framsýningini vera akademiskar kol/krit tekningar, oljumálningar og akrylmálningar.

 

56 ára gamla Helena Dam úr Havn gongur á The Swedish Academy of Realist Art og verður útlærd næsta summar.

 

Fernisering verður í dag frá kl. 16 til 18, og framsýningin hongur upp til 22. juni.

 

##med2##