Leygardagin hin 14. oktober byrjar arbeiðið at reinsa og rudda skipið Helenu, sum liggur við bryggju í Klaksvík.
Helena, sum upprunaliga kallaðist Nónhamar, varð bygd á Skála Skipasmiðju í 1964.
Ein fyrireikingarbólkur hevur í longri tíð arbeitt við einari verkætlan at seta skipið á botn uttanfyri lendingina á Norðoyri, skamt upp at Reynsmúla.
Síðan er ætlanin, at skipið skal verða til gleði fyri føroyskar kavarar og ferðavinnuna.
Í fyrireikingarbólkinum sita Oliver Joensen, formaður, Kjartan E. Hansen og Janus Joensen.
- Verkætlanin hevur verið sera væl móttikin og er stórur áhugi fyri henni, bæði hjá myndugleikum, einstaklingum og feløgum, siga fyrireikararnir.
Lagt verður aftrat, at henda stóra og áhugaverda verkætlan er vorðin veruleiki í tøttum samstarvi millum fleiriv partar.
Hesir eru eitt nú Klaksvíkar Froskmannafelag, fyrireikingarbólkin, Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar havn, Kav ívf, Kaving Sp/f, Á Hædd Sp/f, Umhvørvisstovuna, JFK P/f og Mekanor Sp/f.
##med2##