Helena skal loksins svara Finni

Í dag skal landsstýriskonan Helena Dam á Neystabø svara spurningi frá Finni Helmsdal, tingmanni, um viðurskiftini á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum

Niclas Johannesen


Hóast svarið frá landsstýriskonuni longu er kent, so hevur Helena Dam á Neystabø ikki enn alment svarað fyrispurningini frá Finni Helmsdal, tingmanni fyri Tjóðveldisflokkin, av løgtingsinsins røðarapalli.

Men í dag verður tað. Og helst fer orðaskifti at fylgja í kjalarvørrinum.


Ikki nøktandi

Finnur Helsmdal dylir í sínum fyrispurningi ikki fyri, at hann heldur, at tey sálarliga sjúku eru fyri vanbýti i føroyska samfelagnum. Hann nevnir dømi so sum, hølisumstøður á psykiatrisku deild, at bygningar eru í sera vánaligum standi, at starvsfólkanormeringarnar eru sera lágar. Haraftrat metir tingmaðurin, at talan er um ov fá sambýlispláss og at økispsykiatriin virkar ov illa. Tingmaðurin heldur eisini, at aktiveringin á deildunum ov lágt prioriterað.

Í sínum svari til tingmannin vísir Helena Dam á Neystabø á, at hennara útrokningar ikki eru í samsvar við tær hjá Finnuri Helsmdal. Hon sigur, at samanumtikið verður brúkt munandi meira til aktivering, enn Finnur Helmsdal hevur fingið fatan av.

Viðvíkjandi metingini hjá Finni Helsmdal, at sálarlig sjúk eru fyri vanbýti á Landssjúkarhúsinum er svari frá landsstýriskonuni, at hon hevur fult álit á, at leiðslan á LS býtur tilfeingið soleiðis, at tað kemur øllum sjúklingum til góðar. Hon ætlar ikki at leggja seg út í, hvussu tilfeingið skal býtast.

Hinvegin gevur hon sínum samgongufelaga rætt í, at korini hjá sálarliga sjúkum kundi og eigur at gerast betri her á landi.


Onnur mál

Tingfundurin, sum byrjar í dag klokkan 13.30 hevur eisini onnur punkt á skránni. Tey eru:

1.Munnligir fyrispurningar.

2. 3. viðgerð av tingmáli 6/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan.

3. 3. viðgerð av tingmáli 7/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ?midlertidig bestemmelse for Færøerne om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen?.

4. 3. viðgerð av tingmáli 8/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt.

5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-9/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, um viðurskiftini á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum.

6. Framløga.