-Landsstýriskvinnan skal ikki seta krøv til Løgtingið. Hon skal gera sum Løgtingið sigur, sigur Jógvan á Lakjuni, í kjalarvørrinum av krøvunum hjá landsstýriskvinnuni um fólka Helena Dam á Neystabø hevur gjørt greitt, at ein loysn skal finnast á fólkaskúlaøkinum áðrenn skúlabyrjan 2011, og at tvinnir eru kostirnir. Antin skal fólkaskúlin hava hægri játtan í 2011, ella skal ein skúlareformur samtykkjast, soleiðis at skúlarnir ikki noyðast at spara aftur komandi ár.
Men hetta hevur fingið øði í Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi mentamálaráðharra og tingmann fyri Fólkaflokkin. Hann heldur ikki, at landsstýriskvinnuna røkja sítt starv á fullgóðan hátt.
Í farnu viku viðgjørdi landsstýrið uppskotið um skúlareform frá Helenu Dam á Neystabø, men landsstýriskvinnan varð noydd at taka uppskotið aftur, tí Fólkaflokkurin ikki tók undir við tí.
-Landsstýriskvinnan hevði als ikki tryggjað sær undirtøku fyri uppskotinum um skúlareform, hvørki frá sínum egnu ella hinum samgonguflokkunum, og tað er ikki bara Fólkaflokkurin sum ikki tók undir við hesum, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann vísir eisini á, at hansara royndir sum mentamálaráðharri eru, at einki uppskot skal leggjast fram, fyrr enn undirtøka er fyri tí í samgonguni.
Samgongan kann fella
Helena Dam á Neystabø hevur greitt staðfest, at málið um fólkaskúlan er eitt kabinett mál, og at hon ikki vil verða við til at oyðileggja fólkaskúlan.
-Um hon hevur hug at leggja frá sær, so ger hon tað, sigur Jógvan á Lakjuni.
Landsstýriskvinnan hevur áður sligið fast, at støðið á fólkaskúlanum lækkar, um ein hægri játtan ikki verður latin skúlunum komandi ár, soleiðis at tað ikki verður neyðugt hjá skúlunum at spara fleiri milliónir aftur komandi ár.
-Fólkaflokkurin er sinnaður at finna eina loysn. Vit mugu seta okkum niður at gjøgnumganga møguleikarnir og finna eina loysn, men tað er ikki vist, at uppskotið hjá landsstýriskvinnuni um at niðurleggja smáu skúlarnar kemur at spara okkum eina krónu, sigur Jógvan á Lakjuni.