Helena sett Ovastevnuna

Landsstýriskvinnan dróg paralellir millum Ova Joensen og Nólsoyar Páll, tá hon setti Ovastevnuna fyri løtu síðani framman fyri stórari mannfjøld Tað var Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum, sum setti 16. Ovastevnuna.

- Í 22 ár hevur Nólsoyggin fylgt mær hvønn einasta dag. Eg havi heilsað henni góðan morgun hvønn morgun úr sovikamarsvindeyga mínum, og biðið henni góða nátt hvørt kvøld. Nólsoyggin er tað fyrsta eg síggi, tá ið eg koyri gardinurnar frá, og tað seinasta eg síggi, áðrenn eg fari til songar, segði landsstýriskvinnan.

Hon tosaði um ljósspælið, ið alla tíðina tykist liggja yvir oynni, og hvussu sólin altíð tykist skína á Nólsoy.

- Tú sært hvørt einstakt hús við einum sterkum kikara, um tú vilt. So nær liggur Nólsoyggin Havnini. Men tá ið tú stígur fótin á land her úti, uml. 20 minuttir eftir at tú fórt umborð á Rituna, so stígur tú inn í ein annan heim, segði Helena D. á Neystabø.

Síðani vendi løgmálaráðharrin sær móti sjálvum høvuðspersóninum.

- Aftur í ár hevur bygdarfólkið tikið stig til at heiðra Ova Joensen, ið framdi tað bragd, at rógva tvørturum Atlantshav og til Danmarkar einsamallur í 1986 upp á 41 dagar. Eingin fer helst at gera honum hetta roysnið eftir. Og tí hevur Ove Joensen sett Nólsoynna, Føroyar og tann føroyska bátin á heimskortið fyri eitt bragd, ið ongantíð verður gloymt, segði Helena Dam á Neystabø.

Síðani dregur hon ein paralell til ein annar stóran sjógarp úr Nólsoy, Nólsoyar Páll, hvussu hann royndi at ganga nýggjar leiðir.

Síðani endaði hon við hesum orðum:

- Tað eru menniskju og ikki skipanir, ið skapa samstarv og framburð. Góða Ovastevnu.