Helena Samuelsen 70 ár

Í morgin, leygardagin 16. juni, verður Helena Samuelsen í Hoyvík 70 ár.

Helena er útbúgvin lærari, og hon var fyrsti formaður í Javna, landsfelagnum evnaveikum at bata.

Helena er ættað av Hellunum. Foreldur hennava vóru Jana fødd Johannesen og Anskar Jensen, sum bæði vóru av Hellunum. Tey giftust í 1935 og áttu hús á Hellunum. Í 1945 flutti familjan til Fuglafirðar at búgva.

Helena var í húsplássi og stóð í fýra ár í handlinum hjá S. P. Petersen í Fuglafirði, áðrenn hon fór í skúla. Summarið 1954 var hon næmingur á háskúlanum, og í 1960 leyk hon prógv á Føroya Læraraskúla.

Skúlaárið 1960-61 arbeiddi hon í skúlanum í Klaksvík, og árið eftir var hon í Føroya Studentaskúla. Hon arbeiddi eisini okkurt skifti í skúlanum á Hvítanesi og í Spesialskúlanum. Seinni var hon lærari í Eysturskúlanum. 1986-92 starvaðist Helena fyri Sjónvarp Føroya. Hon týddi tilfar, mest til barnasendingar.

Í 1971 var Helena ein teirra, sum var við til at stovna Javna, landsfelagið evnaveikum at bata. Hon var fyrsti formaður felagsins og sat í tí sessinum í sjey ár. Tað var ikki minst í hesum tíðarskeiðnum, at stór tøk vórðu tikin, og felagið rættuliga staðfesti seg í leiklutinum, sum tað síðani hevur átt í samfelagnum og yvirfyri politiska og umsitingarliga myndugleikanum.

Tá ið landsstýrið setti arbeiðsbólk at skipa fyri arbeiðnum at skipa fyri ári teirra brekaðu í 1981, var tað so upplagt, at Helena varð vald at vera formaður.

Helena giftist í 1961 við Hanusi A. Samuelsen, sum er ættaður úr Húsavík. Tey eiga tvey børn. Óli Samró býr í Hollandi, og Jana býr á Eirargarði. Helena eigur trý ommubørn í Hollandi – tveir dreingir og eina gentu.

Í 1984 skrivaði Helena saman við manninum Duld eru døpur mein, og í 1986 góvu tey bæði Ferðaminni úr Norra út. Hjúnini vitjaðu í sjeyti árunum fleiri ferðir í Norra at uppliva landslag, náttúru og mentan. Tey fyrireikaðu seg til ferðirnar, men sannaðu at ikki var altíð ”samsvar millum tað, vit hildu okkum vita, og tað, vit fingu at síggja. Ikki minst náttúruvakurleikan mást tú uppliva sjálvur, skalt tú skilja tað stórsligna”, tóku tey bæði til.

Hesar báðar bøkurnar vórðu givnar út á forlagnum Durhellan, sum Helena og maðurin sjálvi hava. Í 1994 og 1995 skrivaði Helena greinarøð í Dagblaðnum, sum hon nevndi Fólk á leiðini, og í 1999 skrivaði hon bókina Hellurnar – ein niðursetubygd.

Helena var limur í skúlanevndini fyri Tórshavnar uttanbýggja kommunu 1970-74, og hon varð í 1986 vald í Føroya Vanlukkutryggingarráð.

Síðsta heyst kom út bókin ”Jana – eitt hjartabarn”, sum Tórunn Ellingsgaard skrivaði um Janu, dóttir Helenu og Hanus A. Samuelsen.

Brot úr ummæli, sum Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, skrivaði í Sosialinum, lýsir væl, hvussu hesi fólkini ígjøgnum høvundan hava megnað at gera henda partin av lívinum og tilveruni, sum tað hjá mongum ivaleyst fellur lættast ikki at tosa so nógv um, alment kendan og harvið at vera hjálp og stuðul hjá øðrum, sum eru í somu støðu sum tey:

”Bókin lýsir øgiligar avbjóðingar hjá næstringum til menningartarnað og ber samsvarandi boð um at loysa úr lagdi og at bróta upp úr nýggjum hjá eini vanligari kjarnufamilju, sum í lívsins vónríka vári fær eitt so fjølbrekað barn sum Janu, og so eru tað eisini so mangar aðrar familjur í líknandi støðu og summar við enntá fleiri brekaðum børnum.

Bókin sigur søguna um familjunnar ómetaliga stríð og strev fyri egnar sakir, men eisini orku og yvirskot til at taka hendur saman við øðrum javnstillaðum at skora á avvarðandi myndugleikar í eini tíð, har samfelagið als ikki var gearað til at taka hond um brekað fólk og teirra avvarðandi. Bókin er eisini ein viðkomandi, um enn stundum bersøgin, partur av søguni um Javna, landsfelagsskapin andsbrekaðum at bata og ikki minst tað hjá Óla at vera einkarsystkin til eina so svárt brekaða lítlasystir, sum kom at fylla so nógv í teirra heimi og huga”. J