Helena roynir semju

Forkvinnan í Sjálvstýrisflokkinum hevur tikið á seg leiklutin sum semingskvinna fyri at bjarga samgonguni. Hon legði í gjár semingsuppskot um ríkisrættarliga politikkin fyri Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg


 

Útlitini tykjast ikki góð fyri at finna eina semju millum teir báðar samgonguflokkarnar Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, í trætuni um politikkin á sjálvstýrisleið.

Men Helena Dam á Neystabø, forkvinna Sjálvstýrisfloksins, hevur kortini ikki mist mótið. Hon legði fyrrapartin í gjár saman við flokki sínum seinastu hond á eitt semingsuppskot, sum hon seinni legði fyri Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg.

Tá Sosialurin tosaði við Helenu Dam á Neystabø beint áðrenn middag í gjár, vildi hon einki siga um innihaldið í uppskotinum.

? Eg kann ikki gera almennar viðmerkingar til loysnir okkara, tí so dettur alt bara á gólvið beinan vegin, segði Helena Dam á Neystabø áðrenn hon fór á fund við Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Skal hava byrjan og enda

Hóast samgonguflokkarnir hava samráðst um innanhýsis ósemjuna síðani løgmaður kom aftur úr Bretlandi seinasta hósdag, eru teir ikki komnir nærri hvørjum øðrum.

Tjóðveldisflokkurin stendur fast við, at hann vil hava ein bundnan sjálvstýrisleist fram at fullveldinum við eini byrjan og einum enda. Hann vil, at løgtingið skal samtykka ein bundnan leist at yvirtaka eftir, sum endar við einari fólkaatkvøðu í 2012 um at staðfesta Føroyar sum fullveldisríki.

Harafturat vil Tjóðveldisflokkurin eisini hava eitt uppskot í løgtingið um at staðfesta, at Føroyar hava sjálvsavgerðarrætt, og at landsstýrið síðani skal boða ST frá hesum.

Fólkaflokkurin kann sum so liva við einum bundnum sjálvstýrisleisti. Men hann vil ikki hava, at tað skal vera ásett, at leisturin skal enda í 2012 við einari fólkaatkvøðu um suverenitetin.

Heldur ikki vil Fólkaflokkurin, at løgtingið skal samtykkja, at Føroyar hava sjálvsavgerðarrætt. Fólkaflokkurin heldur, at eitt uppskot ikki eigur at fara í tingið um nakað, sum er so sjálvsagt, sum dagurin í dag.


Endin nærkast

Tað er sostatt heilt greitt, at báðir flokkar ynskja at yvirtaka innan fyri heimastýrislógina, til vit einaferð eru komin so langt, at vit kunnu atkvøða um føroyskt fullveldi.

Men hóast nógvar og drúgvar fundir, er enn ikki eydnast flokkunum at finna eina semju um røttu mannagongdirnar, sum teir annars 1. februar søgdu seg vera púra samdar um.

Royndin hjá Helenu Dam á Neystabø verður helst seinasta royndin at bjarga samgonguni

? Eg havi á fundunum roynt at fáa partarnar at semjast, men nú geri eg eina seinastu roynd, segði Helena Dam á Neystabø, tá vit tosaðu við hana beint áðrenn døgurða í gjár.

Sosialurin skilir, at Tjóðveldisflokkurin eisini er troyttur av oyðimarkargongdini og vil hava at vita, um tað ber ella bretstur áðrenn vikuskiftið.