Helena og Jákup hittast 19. januar

- Nú er dagurin ásettur, tá ið eitt tað mest umrødda sakarmálið í Føroyum skal viðgerðast í Føroya Rætti.Tað er Helena Dam á Neystabø, sum er stevnd fyri ærumeiðing





 

Tað er ikki ofta, at ein landsstýriamaður verður stevndur fyri ærumeiðing.

Men tað hendi síðsta vár, tá ið Jákup Mørkøre, fyrrverandi leiðari á Landssjúkrahúsinum, stevndi Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum.

Og nú er málið loksins komið so langt, at tað er avgjørt, nær tað skal viðgerðast í Føroya Rætti.

Rætturin hevur gjørt av, at málið skal viðgerðast fríggjadagin 19. januar. Viðgerðin byrjar klokkan beinanvegin klokkan 9.30 um morgunin, og hon varar væntandi allan dagin.


Var ólýðin og óloyalur

Jákup Mørkøre stevndi Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing, eftir at hann var koyrdur úr starvi sum leiðari á Landssjúkrahúsinum tíðliga í vár.

Orsøkin til, at Jákup Mørkøre varð uppsagdur, varð, at hann skuldi havt verið bæði ólýðin og óloyalur ímóti politisku skipanini.

Jákup Mørkøre hevur kravt, at hesi orðini verða dømd deyð at vera og at Helena Dam á Neystabø verður dømd at sita ella at gjalda bót.

Í øðrum lagi krevur Jákup Mørkøre, at Helena Dam á Neystabø verður dømd til at viðurkenna, at Jákup Mørkøre hvørki hevði verið ólýðin ella óloyalur.

Jákup Mørkøre vil ikki hava hesar skuldsetingar sitandi á sær. Tvørturímóti heldur hann, at málið ber brá av ósakligheit og tí vil hann hava uppreisn og verður reinsaður fyri tær vanærandi og niðurgerðandi skuldsetingarnar, sum hann sigur hava skatt seg almikið.

Helena Dam á Neystabø hevði fleiri orsøkir til at kalla Jákup Mørkøre óloyalan og ólýdnan.

M.a hevði hann boðað frá, at tað bleiv neyðugt at siga eini 40 fólk á Landssjúkreahúsinum úr starvi, um uppskotið, sum lá frammi til fíggjaróg fyri 2000, varð samtykt. Hetta førdi til óneyðugan ampa og ótryggleika, segði Helena Dam á Neystabø

Seinni, tá ið fíggjarlógin varð samtykt, hevði hann boðað frá, at tað bleiv neyðugt at siga 27 fólkum úr starvi.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum finst eisini at hegninum hjá Jákupi Mørkøre at samskifta við fakfeløg og samstarvsfelagar.

Hinvegin førir Jákup, at hann hevði skyldu til at leggja eina fíggjarætlan fyri Landssjúkrahúsið eftir teirri játtan, sum Landssjúkrahúsið fekk og at fremja tær sparingar, sum vóru neyðugar fyri at halda játtanina, sum hann hevði Helena Dam á Neystabø hevði álagt honum at fylgja


Hevur drigið út

Nú sakarmálið kemur fyri 19. januar, er tað næstan ársgamalt.

Bjørn á Heygum, sakførari hjá Jákupi Mørkøre, sigur, at málið hevur eitt fløkt og umfatandi mál og tað er ein orsøk til, at tað hevur drigið so leingi út.

-Eitt nú hevur Bjørn á Heygum sett fram fleiri ?provokatiónir? sum tað eitur á lógfrøðiligum fakmáli.

Tað er, at Bjørn á Heygum hevur biðið mótpartin leggja ymsar upplýsingar fram.

-Mótparturin kann hugsa sum so, at hesir upplýsingar ikki gagna honum, og ikki vil leggja teir fram av av tí sama.

-Men vil mótparturin ikki leggja upplýsingarnar fram, kann gera støðu hann veikari í rættinum.Tí tá kann dómarin koma til ta niðurstøðu, at hann heldur upplýsingum aftur, tí at teir ikki tæna hansara sak. Og tað setir hann veikari í rættinum.

Bjørn á Heygum sigur, at hann hevur biðið um fleiri upplýsingar, sum hava týdning fyri sakina.

Hann sigur, at málið er rættiliga grundleggjandi. Og tá ið ein úrskurður er gjørdur í Føroya Rætti, verður støða tikið til, antin farast skal víðari við málinum. Eitt nú kann talan verða um endurgjaldskrav fyri at verða sagdur úr starvi.