Sera elegant - meistarin sparir 100%, og Mentamálaráðið sparir lønarendurgjaldið, sum er 75%.
Um uppskotið hjá Helenu vinnur frama, so vil tað hava við sær, at ein 1. árs lærlingur verður skorðin við 75% av lønini + 6,5% eftirløn + frítíðarløn meðan hann er í skúla.
Løn hjá handverkslærlingi sær soleiðis út, sambært sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Meistarafelagið.
Lærlingar fáa ta til eina og hvørja tíð galdandi løn, sum er avtalað millum Føroya Handverksmeistarafelag og handverkarafeløgini, sum er:
1. árið 32% av sveinalønini
2. árið 40% av sveinalønini
3. árið 45% av sveinalønini
4. árið 55% av sveinalønini.
Taka vit útgangspunkt í 1. ári, sær roknistykkið soleiðis út: Sveinaløn 1. oktober 2008 er 118,27 kr. pr. tíma.
Lærlingalønin er sostatt 32% av 118,27 = 37,84 x 40 = 1513,85 x 4 = 6.055,42 um mánaðin.
Lærlingurin hevur sum øll onnur rætt til frítíðaløn sum er 12 %.
Harafturat kemur eftirlønargjald, sum í løtuni er 6,5% afturat lønini = 393,60 kr.
Soleiðis kemur ein 1. árs lærlingur at fara frá 7.175,67 kr. brutto til 2.000,- kr. mdr.ella við øðrum orðum, ein lønarniðurskurð á gott 70 %.
2-3-og 4 árs lærlingar koma at missa uppaftur meir.
Hetta má verða heimsmet í lønarniðurskurði.Verður hettar gjøgnumført, má mann siga, at hesin samfelagsbólkur kemur at bera teir tyngstu byrðarnar.
Eisini skal nevnast, at tað eru fleiri lærlingar, sum hava fastar útreiðslur hvønn mánað.
Nú má verða nokk við ørvitisuppskotum, sum verða løgd fram.
Hvar er restin av Javnaðarflokkinum? Er tað veruliga so galið, at flokkurin, sum rópar seg at verða verkaflokk er fallin í svøvn? Vóni tað ikki, men tað er nógv, sum bendir á at so er.
Hygg bert eftir, hvussu elegant Fólkaflokkurin (les Anfinn Kallsberg) hóreiggjar sær í eini tíð, hvar samfelagið ikki ein gang hevur ráð til, at okkara gomlu skula fáa mat í munnin, og kortini klárar Anfinn at vinda løgtingið um lítlafingur og fáa undirtøku fyri stórari játtan til tunlar Norð um Fjall.
Hesin maður hevur als ikki nakra samvisku og tykist at hava sum stavnhald, at sektin á hvat annar fær, eg skal nøra mær.
Samstundis sum Anfinn fær trumlað tunlarnar ígjøgnum í løgtinginum er hann so nasadjarvur at krevja, at lønarsteðgur skal setast í verk - um neyðugt við lóg. Ein má spyrja, hvat hugsar maðurin fyri sær.
Nú má verða tíð uppá, at tit sleppa lokalpolitikkinum og fara til verka, soleiðis at land okkara kann koma fyri seg aftur.
Gloym alt um tunlar, so leingi sum samfelagið hevur lívshættisligar trupulleikar, og borgarar landsins líða neyð.