? Tað passar ikki, at ráðini hava havt pensjónslógina til ummælis. Tí haldi eg tað vera nógv fyri, at Helena Dam á Neystabø stígur fram alment í sjónvarpinum og sigur, at vit hava havt hana til ummælis. Hetta ger jú okkum til lygnarar. Einasta uppskot um pensjónsskipan, ið hevur verið hjá okkum til ummælis, var tað hjá Kristiani Magnussen, og tað var eitt heilt annað uppskot.
Laila Solmunde, forkvinna í Ráðnum fyri brekað, er alt annað enn nøgd við handfaringina av nýggju pensjónsskipanini. Hetta er galdandi bæði viðvíkjandi viðgerðini av skipanini og viðvíkjandi skipanini sjálvari, nú hon er tikin í nýtslu.
Fáa minni burturúr
? Helena Dam á Neystabø hevur fleiri ferðir ført fram, at pensjónistarnir í síðsta enda fáa meira burturúr eftir nýggju skipanini. Men nú hon er tikin í nýtslu, uppliva vit beint tað øvugta.
Laila Solmunde vísir á, at nú viðbøturnar umframt grundupphæddina eru skattaðar, gjalda pensjónistarnir nógv meira í skatti enn fyrr, og tí er avlopið minni eftir nýggju skipanini.
? Eg veit dømi um, at fólk við hægstu avlamispensjón hava fingið 3.000 krónur minni eftir nýggju skipanini, orsakað av, at avlamisviðbøturnar eru skattaðar.
Hetta heldur Laila Solmunde vera undir alt lágmark, tí avlamispensjónistar hava, eins og øll onnur, rentur og avdrøg, ið skulu gjaldast. Og tá pensjónin frá degi til dags verður lækkað við 3.000 krónum, er tað sjálvsagt, at tað ikki ber til at fáa endarnar at røkka saman.
Nyttar ikki at regulera
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum segði við útvarpið týskvøldið, at ætlanin er at gera justeringar í pensjónsskipanini soleiðis, at skatturin ikki fer avstað við so stórum parti av samlaðu pensjónini.
Men Laila Solmunde heldur ikki, at tað ber til hjá pensjónistum at bíða eftir, at pensjónin verður regulerað.
? Minsta kravið átti at verið, at pensjónsskipanin var fullkomiliga klár, tá hon varð tikin í nýtslu. Tað ber ikki til, at myndugleikarnir seta eina pensjónsskipan í verk, sum ikki er fulfíggjað. Hetta haldi eg vera undir alt lágmark.
Harafturat heldur Laila Solmunde, at tað líkist ongum, at Almanna- og Heilsumálastýrið er stongt millum jólanna, soleiðis, at fólk, ið eru ónøgd við pensjónina, ongastaðni hava at venda sær.
? Tey eru nógv, ið hava kært sína neyð um pensjónirnar fyri mær, sum forkvinnu í Ráðnum fyri brekað. Men eg fáa einki gjørt við málið. Uppgávan liggur hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, sigur Laila Solmunde.
Mannminkandi
? Ein stórum munur millum gomlu og nýggju pensjónsskipanina er, at eftir nýggju skipanini skalt tú søkja um ymisku viðbøturnar fyri at fáa tær. Eftir gomlu skipanini fekst tú avlamispensjón, um tú vart avlamin. Men eftir nýggju skipanini er hetta ikki nóg mikið.
Laila Solmunde heldur tað vera ógvuliga mannminkandi, at neyðugt allatíðina skal vera at ganga biddaragongd á Almannastovuna at søkja um tær ymisku viðbøturnar. Hon heldur, at hetta fer at halda fólkum, ið hava rætt til viðbøturnar burturi frá at fáa tær, tí tey vilja ikki at ganga biddaragongd.
Uppskotið hjá Kristiani betur
Forkvinnan í Ráðnum fyri brekað vísir á, at ráðið á sinni fekk pensjónslógaruppskotið hjá Kristiani Magnussen til ummælis, og metir hon, at hetta var eitt skilagott uppskot, ið var fleiri ferðir betur enn tann pensjónslógin, vit hava fingið í dag.
? Pensjónslógaruppskotið hjá Kristiani Magnussen legði upp til eina greiða pensjónsskipan, meðan lógin, Helena Dam á Neystabø er komin við, er ein ógvuliga torgreið skipan, ið krevur nógva umsiting.
Laila Solmunde vísir í hesum sambandi á alla umsitingina, ið stendst av, at pensjónistar skulu søkja um allar viðbøturnar.