Helena ikki snýtt sandingar

Vit hava rætt og slætt ikki pengar til at stuðla sandingum í ár, men sandingar vóru fullgreiðir yvir, at vissa kundi ikki veitast fyri stuðlinum, sigur Helena Dam á Neystabø, sum kortini leggur dent á, at enn er ikki øll vón úti

- Sandingar kendu treytirnar og teir vistu, treytin fyri at fáa stuðul, var, at Løgtingið vildi játta peningin.

- Og tað vildi Løgtingið ikki.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, vísur avgjørt aftur, at tey hava lumpað sandingar.

Sum tað sæst í greinini á hinari síðuni, føla sandingar seg sviknar av Løgtinginum og Landsstýrinum tí landsstýrið gav teimum tilsøgn um at fáa 1,2 millión í stuðuli til nýggja bókasavnið á Sandi í ár.

Men tá ið avtornaði, varð onki sett av á fíggjarlógini, so sandingar verða við sviðusoð í ár.


Í ár ella næsta ár

- Tað, sum sandingar hava fingið tilsøgn er at fáa 1,2 millión í stuðuli antin í ár, ella næsta ár, um so er, at játtam er tøk, sigur Helena Dam á Neystabø.

- Tað er eitt fyrivarni, sum stóð púra greitt í tilsøgnini til sandingar.

Men hon staðfestir, at Løgtingið vildi ikki játta peningin í ár, men so er at vóna, at tað ber til at fáa játtanina á fíggjarlógina fyri næsta ár.

Hon nevnir eisini, at hóast møguleikarnir eru smáir, fer hon at kanna eftir um tað ber til at útvega peningin av onkrari aðrari játtan, skuldi tað hent, at okkurt leypir av onkustaðni seinni í ár.

Hon ásannar, at kanska er eitt slíkt fyrivarni av formligum slagi.

- Men sjálvandi hevur eitt slíkt fyrivarni stóran týdning, tí ongin kann lova at stuðla fíggjarliga við pengum, sum ikki eru játtaðir og tí ber heldur ikki til í einum ári frammanundan at lova stuðul í næsta fíggjarárið.

- Trupulleikin er, at vit fáa als ikki húsast við játtanini í einum komandi fíggjarári, uttan so, at talan er um eina ítøkiliga verklagslóg, sum beinleiðis bindur Løgtingið eitt ella fleiri ár fram í tíðina, men tað er tað ikki talan um í hesum føri.


Misskiljing

Sostatt átti sandingar ikki at hava roknað við hesum pengunum. Í øllum førum átti tað ikki at komið óvart á teir, at teir kundu koma í tað støðu, at teir vórðu noyddir til at fíggja tað sjálvir, í hvussu so er í fyrstu syftu.

Men Helena Dam á Neystabø staðfestir, at tað er ein misskilijing, tá ið summi halda, at stuðul skal verða goldin frammanundan.

Í veruleikanum eru flestu stuðulsskipanir soleiðis háttaðar, at stuðulin fellur ikki til gjaldingar, fyrrenn ein verkætlan er liðug, so at stuðulsveitarin veit heilt ítøkiliga, hvat hann letur stuðul til.

- Tað merkir, at tað grundarlagið er, at byggiharrin fíggjar verkætlanina í byggitíðini og so fellur møguligur stuðul aftaná.

Annars fegnast hon um, at sandingar hava fingið nýtt bókasavn, tí tað kann ikki annað enn hækka mentanarliga støðið.

- So fáa vit møguleika at stuðla, gera vit tað. leggur hon afturat.

Men at lova nakað, kann hon ikki.

Les eisini greinina: Sandingar komnir í neyð av gávum