Útvarpið visti í kvøld at siga, at fekk hon ikki tað, so legði hon frá sær - og hon hevði flokk sín, Sjálvstýrisflokkin aftan fyri seg í hesum mál.
Í fyribils uppskotinum til fíggjarlógina var játtanin til almanna- og heilsumál hækkað umleið 50 mió. kr. sammett við fíggjarlógina í ár, men á seinasta landsstýrisfundinum um fíggjarlógina fyrradagin, kravdi Sjálvsstýrisflokkurin, at 15 mió. krónur skuldu leggjast omaná, so at samlaða hækkingin gjørdist 65 mió. kr.
Kravið hjá Helenu Dam á Neystabø varð tá eftirlíkað.