Tað er ikki rætt, at Helena Dam á Neystabø á samgongufundi hótti við at siga landsstýrissessin frá sær, fekk hon ikki 65 millónir meira enn ætlað á fíggjarlógini.
Hetta sigur Karsten Hansen í sambandi við, at fjølmiðlarnir hava borið tíðindi um, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fekk hægri játtan, fyri at hon ikki skuldi fara frá.
? Á hasum samgongufundinum varð ikki eitt komma flutt í fíggjarlógaruppskotinum, staðfestir Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásannar, at Helena Dam á Neystabø ikki var og ikki er nøgd við játtanina, men fyri tað fær hon ikki serviðgerð.
? Landsstýrið er samt um, at almanna- og heilsumál skulu hava høga játtan, og tað hava tey eisini fingið. Hetta málsøkið hevur seinastu árini fingið 250 milliónir afturat, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir á, at orsakað av, at almanna- og heilsumál fáa helvtina av játtanini á fíggjarlógini, sæst ein hækkan í játtanini ikki so væl í prosentum.