Helena fyri rættin í dag

Fyrrapartin í dag møtast Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, og Jákup Mørkøre, fyrrverandi sjúkrahússtjóri, í Føroya Rætti. Jákup Mørkøre hevur stevnt Helenu Dam á Neystabø fyri at siga seg úr starvi uttan orsøk

Jákup Mørkøre, fyrrverandi sjúkrahússtjóri, fer í Føroya Rætti í dag at krevja, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, verður dømd fyri ærumeiðing.

Orsøkin til rættarmálið er, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, 17. januar í fjør segði Jákupi Mørkøre úr starvinum sum sjúkrahússtjóri við teirri grundgeving, at hann hevði verið illoyalur móti politiska myndugleikanum.


Skuldi spara

Ósemjan millum landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum og fyrrverandi sjúkrahússtjóran tók seg upp í sambandi við fíggjarlógina fyri ár 2000. Jákup Mørkøre, sjúkrahússtjóri, fekk boð frá Helenu Dam á Neystabø um, at hann skuldi spara 3 milliónir í rakstrinum av landssjúkrahúsinum hetta árið.

Hetta metti Jákup Mørkøre ikki bera til, uttan at hann segði fleiri fólkum úr starvi. Hesum boðaði hann landsstýriskvinnuni frá. Men hann trein eisini fram í fjølmiðlunum og boðaði frá, at avleiðingin av sparingunum á Landssjúkrahúsinum fór at verða, at 27 fólk vórðu uppsøgd innan røktina, sjúkrabilatænastuna, vekslaran og aðrastaðni.

Hendan útmelding skapti rumbul bæði á Landssjúkrahúsinum og í politisku skipanini. Eisini løgmaður kom uppí. Hann sendi landsstýrismanninum í Almanna- og Heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø, bræv, har hann kravdi at fáa at vita, hvat gekk fyri seg.

Avleiðingin av øllum hesum var, at Helena Dam á Neystabø segði Jákupi Mørkøre úr starvinum sum sjúkrahússtjóri. Almenna grundgevingin var, at hann hevði trupult við at samstarva, og hartil hevði hann verið illoyalur móti politisku skipanini.


Var loyalur

Men Jákup Mørkøre góðtekur ikki uppsøgnina og als ikki grundgevingina. Hann metir seg hava borið seg fullkomiliga rætt at í sambandi við ætlaðu sparingarnar á Landssjúkrahúsinum í januar 2000.

Bjørn á Heygum er advokatur hjá Jákupi Mørkøre. Hann vísir á, at skuldsetingin um, at Jákup Mørkøre var illoyalur móti politisku skipanini er púra burturvið og kann beinleiðis metast sum ærumeiðandi.

? Jákup Mørkøre fekk frá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum boð um at spara tríggjar milliónir, og hetta helt hann seg til. Men hevði hann ikki gjørt eftir boðunum, so hevði støðan verið ørðvísi. Tá hevði borið til at tosað um illoyalitet, ger Bjørn á Heygum greitt.

? Sum embætismaður, hevur Jákup Mørkøre skyldu at fylgja boðunum frá politiska myndugleikanum, og tað gjørdi hann í hesum føri, sigur Bjørn á Heygum.


Drúgv viðgerð

Rættarmálið millum Jákup Mørkøre byrjar í rættarsali 3 í Føroya Rætti klokkan hálvgum tíggju í morgun. Talan verður helst um drúgva viðgerð av málinum. Í øllum førum er allur dagurin í dag settur av til málið. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari rættarsøgu, at ein embætismaður stevnir einum landsstýrismanni fyri ærumeiðing.

Jákup Mørkøre krevur í fyrstu atløgu, at Helena Dam á Neystabø verður dømd fyri ærumeiðing. Heldur dómarin ikki, at grundarlag er fyri hesum, fer Jákup Mørkøre í aðru atløgu at krevja, at Helena Dam á Neystabø verður dømd at viðganga, at Jákup Mørkøre ikki hevur verið illoyalur.