Landsfundur
Klaksvík: Helena Dam á Neystabøer framvegis formaður í Sjálvstýrisflokkinum, tí aðalfundurin, sum skuldi vera beint áðrenn landsfundin í Klaksvík, var ikki viðtøkuførur. Ov fáir limir møttu.
Gjørt varð tí av at útseta aðalfundin, sum so verður hildin í fyrsta lagi um eina viku.
Til ta tíð noyðist Sámal Petur í Grund at bíða við at gerast formaður í Sjálvstýrisflokkinum.