Mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevði sín fyrsta fund, har nevndin skipaði seg.
Helena Dam á Neystabø varð vald til forkvinnu, og Tróndur Sigurdsson til næstformann. Hinir limirnir í nevndini eru Jógvan Arge, Sigrun Mohr og Bogi Andreasen.
Tað eru tilsamans fimm nevndir í Tórshavnar kommunu. Hinar eru Trivnaðarnevndin, Vinnunevndin, Tekniska nevnd og Fíggjarnevndin.