Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, ferðast víða nú um dagarnar. í morgin verður hon við til undirskriving í Brüssel, og fríggjadagin fer hon til Íslands. Mentamálaráðið boðar frá, at Helena Dam á Neystabø fer á vitjan í Íslandi.
Íslendski mentamálaráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, hevur boðið Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, til Íslands at vitja.
- Tær báðar fara at viðgera mál av felags áhuga, og fara at kunna hvørja aðra um viðurskiftini í ávikavíst Føroyum og Íslandi, sigur Mentamálaráðið.
Umframt at hava fund við íslendska mentamálaráðharran verður eisini skipað fyri vitjanum á stovnum, sum hava við útbúgving og gransking, mentan og list at gera.
Vitjað verður eisini í skúlabýnum Akureyri á Norðurlandinum. Vitjanin í Íslandi verður í døgunum 4.- 8. juni.
Í gjár skrivaði Portalurin eisini, at tá sáttmálin um granskingarsamstarv verður undirskrivaður í Brüssel av Jørgen Niclsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, verður Helena Dam á Neystabø, sum er tað landsstýrisfólkið, sum varðar av gransking, eisini til staðar.
Sostatt verður talan um eina ordans rundferð hjá landsstýriskvinnuni hesarferð.