? Tað er harmiligt, at hetta hevur tikið so langa tíð.
? Tí vil eg avgjørt mæla til, at tað verður avgreitt.
Helena Dam á Neystabø; landsstýrismaður í Heilsumálum, er ógvuliga varin at úttala seg um trupulleikarnar, sum aftur nú hava tikið seg upp um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum.
Trupulleikar hava aftur tikið seg uppá Landssjúkrahúsinum um leiðsluviðurskiftini, nú sjúkrahúsleiðarin hevur kunngjørt fyri starvsfólkunum, hvussu hann vil hava leiðslubygnaðin at vera.
Hann vil hava eina einstreingaða leiðslu við einum lækna við evstu ábyrgdini.
Hetta hevur fingið sjúkrasystrar at hótta við verkfalli, tí tær hava lagt stóran dent á eina tvístreingjaða leiðslu, við sjúkrasystrum í ovastu leiðsluni á jøvnum føti við læknarnar.
Formaðurin í Sjúkrasystrafelagnum sigur eisini, at hetta er ein avtala, sum varð gjørd við serlæknarnar í 1997.
Hinvegin vilja serlæknarnir nú ikki viðurkenna, at nøkur galdandi avtala yvirhøvur er.
Sostatt bendir alt á, at stríð einaferð enn fer at taka seg upp á Landssjúkrahúsinum.
Vit hava spurt landsstýrismannin, hvussu hon ætlar at loysa hendan trupulleikan á Landssjúkrahúsinum
Men hon sigur, at hon kennir ov lítið til málið, til at hon kann siga nakað serligt.
Enn minni vil hon siga nakað um, hvørja leiðsluskipan, hon heldur vera tað bestu á Landsjúkrahúsinum.
Ongin hevur klagað til hana um støðuna.
Og av tí at verkfall er, og fólk tí ikki eru til arbeiðis, sleppur hon heldur ikki framat skjalagoymsluni at kanna, hvat er farið fram í málinum og ikki, hvat er avtalað og ikki, og, hvat er samtykt og ikki.
Tó viðurkennur hon, at avtalað varð gjørd millum sjúkrasystrarnar og serlæknarnar í 1997 um eina tvístreingjaða leiðslu.
Men hvussu stóra vekt hendan avtalan hevur, ella um hon yvirhøvur er í gildi, fær hon onki sagt um.
Einasta, beinleiðis úrslitið av teirri kanningin var, at sjúkrahúsleiðarin varð settur.
Men tað vóru so nógv mótmæli ímóti øðrum pørtum í avtaluni, at Helena Dam á Neyastabø, veit ikki, hvørja vekt, hon hevur.
Tekur ikki málið
Men hon visir á, at tað áliggur sjúkrahúsleiðaranum at gera ein nýggjan leiðslubygnað fyri Landsjúkrahúsið.
? Og so leingi hann arbeiðir við málinum, vildi tað verið skeivt at tikið tað úr hondunum á honum.
So vítt hon hevur skilt, hevur landsstýrið ikki sam- tykt, at tað skal vera ein ávísur bygnaður, sum sjúkrahúsleiðarin skuldi seta í verk.
Tó sigur Helena Dam á Neystabø, at tað hevur stóran týdning fyri seg, at tað verður funnin ein bygnaður á Landssjúkrahúsinum sum allir partar vilja góðtaka at virka undir, eisini sjúkrasystrar, læknar, einsvæl og aðrir bólkar.
Tí sigur, at tú heldur, at tað er skeivt at taka málið úr hondunum á sjúkrahúsleiðaranum, tí tað er hann, sum hevur ábyrgdina av at seta ein leiðslubygnað í verk. Men tann evsta ábyrgdin fyri málinum liggur væl hjá heilsumálaráðharranum.
?Ja, tað ger hon. Og komi eg til ta niðurstøðu, at støðan læsir alt seg so fasta, at onki er at gera, er tað sjálvsagt, at eg má leggja uppí, sigur Helena Dam á Neystabø.
Men so langt heldur hon ikki, at málið er komið enn. ?Enn er bara talan um eitt uppskot, sum er lagt fyri partarnar, og sum skal viðgerast, sigur Helena Dam á Neystabø.










