Enn er tað seinasta orðið ikki sagt í málinum um uppsøgnina av Jákupi Mørkøre.
Tað er greitt, eftir ein fund ímillum nevndina í Føroya Verkfrøðingarfelag og Jákup Mørkøre og tann uppsagda leiðaran á Landssjúkrahúsinum.
Eftir tann fundin varð tað nevniliga greitt, at Verkfrøðingafelagið og Jákup Mørkøre fara at stevna Helenu Dam á Neystabø fyri rættin, so at tann uppsagdi sjúkrahúsleiðarin kann fáa uppreisn.
? Vit hava roynt at loysa málið við at tosa við Helenu Dam á Neystabø, men tað kom onki burturúr.
? Og so er onki annað at gera, uttan at royna málið í rættinum, sigur Suni Joensen, formaður í Verkfrøðingarfelag Føroya.
Tað vakti ans, tá ið Helena Dam á neystabø brádliga segði leiðaran á Landssjúkrahúsinum, Jákup Mørkøre úr starvi mitt í januar.
Í stuttum var uppsagnargrundin, at hann hevði verið óloyalur og ólýðin ímóti tí politiska myndugleikanum, sum hann arbeiddi undir og at hann var óegnaður sum leiðari.
Sjálvur hevði embætismaðurin 14 dagar at gera viðmermingar til málið.
Men tað førdi onki nýtt við sær og fyrst í februar varð uppsøgnin endaliga staðfest.
Føroya Verkfrøðingafelagið, sum er felagið hjá Jákup Mørkøre, hevði síðani eina hoyringsfreist uppá ein mánað.
Og tann freistin varð úti um vikuskiftið.
Men heldur ikki hetta førdi nakað við sær.
Suni Joensen, formaður í Verkfrøðingafelagnum sigur, at felagið hevur alla tíðina havt ta áskoðan, at uppsøgnin er órættvís og at almanna og heilsumálastýrið alla tíðina var fult vitandi um tað, sum Jákup Mørkøre gjørdi, sum leiðari á Landssjúkrahúsinum.
Tí hevur felagið eisini alla tíðina gjørt sær greitt, at minsta kravið var, at Jákup Mørkøre fekk uppreisn.
Men Suni Joensen hevur eisini gjørt greitt, at eitt rættarmál var sjálvsagt seinasti útvegurin, og at allar royndir skuldu gerast at loysa málið á meiri ?friðaligan? hátt.
? Í hoyringartíðini hava vit havt fund við Helenu Dam á Neystabø.
? Men frá henni hava vit heilt fingið at vita, at hon metir, at málið er liðugt viðgjørt og tískil avgreitt. Sostatt ger hon ikki meiri við málið, sigur Suni Joensen.
Hann sigur, at tí er ongin útvegur eftir hjá Verkfrøðingafelagnum uttan at royna málið í rættinum.
Fleiri møguleikar
Men hóast tað er gjørt av at fara í rættin við málinum, er tað ikki endaliga avgjørt, akkurát, hvussu farast skal fram.
? Sum er, síggja vit tríggjar møguleikar fyri okkum, sigur formaðurin í verkfrøðingafelagnum.
? Tann fyrsti møguleikin er at stevna við kravi um, at uppsøgnin verður tikin aftur.
? Annar møguleikin er, at stevna við kravi um, at Helena Dam á Neystabø viðurkennir, at skuldsetingarnar um óloyalitet og ólýdni eru órættvísar.
?Triði møguleikin er at stevna Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing fyri at hon hevur kallað Jákup Mørkøre óloyalan og ólýdnan.
? Men fáa vit viðhald í tí, fer tað at elva til eitt nýtt sakarmál við kravi um, at uppsøgnin verður tikin aftur, ella við kravi um, at Helena Dam á Neystabø viðurkennir, at hon var órættvís.
Í øllum førum kann krav um endurgjald eisini koma uppá tal, sigur Suni Joensen.