POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Á tingfundinum í morgin fer John Johannessen, løgtingsmaður, at biða løgtingið um farloyvi frá løgtingsarbeiðinum næstu fýra vikurnar. Orsøkin er tann, at hann skal umboða løgtingið á ST-aðalfundinum í New York hetta tíðarskeiðið.
Á hvørjum ári eru tveir løgtingsmenn upp á skift, fýra vikur hvør, við til ST-aðalfundin sum partur av donsku sendinevndini. Hesaferð verður John Johannessen fyrru fýra vikurnar, meðan Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum verður í New York seinnu fýra vikurnar.
Varafólk hjá John Johannessen á tingi er Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi løgtings- og landsstýriskvinna. Hon sat á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin árini 1990-2002, tá hon fór úr Sjálvsstýrisflokkinum.
Til seinasta løgtingsval í 2004 stillaði hon upp fyri Javnaðarflokkin, sum fekk tvey umboð vald í Suðurstreymoyar valdømi, Kristian Magnussen við 412 atkvøðum og John Johannessen við 380 atkvøðum. Helena Dam á Neystabø var nummar trý við 341 atkvøðum, meðan Katrin Dahl Jakobsen, sum varð vald á ting frammanundan, fekk 308 atkvøður.
Næstu vikurnar verður Javnaðarflokkurin í Suðurstreymoy sostatt umboðaður av tveimum fólkum, sum bæði hava umboðað ein annan flokk bæði á sum tingfólk og sum landsstýrisfólk.
Kristian Magnussen umboðaði Verkamannafylkingina á tingi og partvís í landsstýrinum frá 1994-1998, meðan Helena Dam á Neystabø umboðaði Sjálvstýrisflokkin á tingi og partvís í landsstýrinum frá 1990 2002.