Í dag klokkan 15 setur Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, stóra dansidagin á útipallinum við Margarinfabrikkina Í framhaldi av setanini verður opin dansipallur uttan fyri Margarinfabrikkina í Tórsgøtu.
Har verður millum annað høvi at síggja DJ Ms Duplo umframt at vinningar verða burturlutaðir.
Klokkan 16 halda dansitiltøkini fram í SMS.
Dansarar úr Hóps, Hair og impro bólkinum Gypsigraml vera við á dansitiltøkunum.
Dansidagurin endar við stórari dansisýning í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19.30.
Sí nærri á www.nlh.fo










