Vitjan
Helena Dam á Neystabø er flestum kunnugt uttanflokka á tingi í løtuni. Hon hevur tó staðið í fremstu røð í fullveldistilgongdini síðani 1998 sum forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum og landsstýrismaður.
Hon er tó bæði givin sum landsstýrismaður og sum forkvinnan í Sjálvstýrisflokkinum, men hon hevur boðað frá, at hon stuðlar politikkinum hjá samgonguni.
Sjálv var Helena Dam á Neystabø við á fundinum millum Løgtingið og forsætisráðharran mánadagin.
?Fundurin var góður. Eg haldi eisini, at tað sømir seg væl, at danski forsætisráðharrin hevur fund við Løgtingið, sigur Helena Dam á Neystabø.
Partur av tilgongdini
Sjálv kennir Helena seg um ein part av sjálvstýrisuppskotinum og sjálvstýristilgongdini.
?Mín egni leiklutur hevur verið at lagt lunnar undir eina semja. Tað hevur eisini altíð verið mítt ynski, at ein breið semja varð funnin í Føroyum. Eg eri ógvuliga glað fyri, at danir melda soleiðis út. Tað, sum mann kann harmast um, er, at ein tílík felags útmelding av hesum slag ikki kom longu í 1998, sigur Helena Dam á Neystabø.
Ein stigvís gongd móti føroyskum sjálvstýri hevur altíð verið tað mest ynskiliga, og tað, sum Løgmaður og forsætisráðharrin hava sagt nú, metir Helena Dam á Neystabø eisini sum gleðiligt. Hon kallar tað fyri ein sigur fyri tey, ið hava virkað fyri føroyskum sjálvstýri.
?Tað er nú fullkomiliga upp til okkum sjálvi at avgera, hvussu og hvat vit nú gera. Ein danskur forsætisráðharri vil sjálvsagt altíð gera sítt til, at ríkið verður varðveitt, men tað týdningarmesta er, at vit nú sjálvi kunnu avgera.
Hetta er ein endalig staðfesting av, hvørja loysn vit fara at gera eftir í sjálvstýrismálinum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Nógv varð tosað, áðrenn Anders Fogh Rasmussen kom til Føroya, um at tónin millum Føroyar og Danmark skuldi betrast. Helena heldur fyri, at útgangspunktið er eitt heilt annað nú. Eisini heldur hon klimaið vera vorðið betri, men tingini eru eisini øðrvisi nú enn tey vóru fyri nøkrum árum síðani.
Ikki minst fegnast Helena av teirri orsøk, at tosið um fýra ára skiftistíð ikki er ein møguleiki longur.
Ikki tikið avgerð
Sjálvstýrisflokkurin og Helena Dam á Neystabø vóru heitir talsmenn fyri at halda fólkaatkvøðu um fullveldistilgongdina, men hendan var av ongum.
30. apríl skulu føroyingar aftur í valhølini, og tá fæst at vita, hvønn føroyski veljarin ynskir at ráða her á landi. Helena Dam á Neystabø er samd í tí, at fólksins dómur verður sagdur tá.
Hon hevur tó ikki gjørt upp við seg sjálva ? í øllum førum ikki alment ? hvussu hennara politiska yrkisleið fer at síggja út í framtíðini. Hon sigur seg ikki hava tikið støðu til henda spurningin. Heldur ikki vil hon svarað spurninginum, um hon hevur fingið nakra áheitan frá nøkrum politiskum flokki.










